Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta setan hjá mær í Svínoyarhavinum í mong ár

Oliver Joensen

10.000 pund á 60 stampum. Tað var góði fongurin hjá Norðsøka í morgun. Eyðólvur Vang, skipari og eigari á Norðsøka sigur, at hetta er besta setan hjá honum, sum hann hevur gjørt nú í mong ár sunnanfyri í Svínoyarhavinum. Størra helvtin var toskur ídag og restin hýsa. Hetta má sigast at vera ein framúr góður túrur, tí prísurin á fiski hevur verið sera góður í seinastuni, og ikki vóru nógvir bátar úti í dag.

Bjørgvin gjørdi eisini ein sera góðan dag í dag, teir høvdu góð 4.500 pund á 30 stampum. Bragd var eisini av Vágni ídag. Hann fekk 6000 pund.