Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta trygdin er góð fíggjarstýring

John William Joensen

– Vit í býráðsmeirilutanum vilja raðfesta at niðurgjalda skuld, og tað gera vit við at taka tað inn í kommunuskatti, sum krevst fyri at kunna gera tær neyðugu íløgurnar, sigur ein avgjørdur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Tað fyrsta og størsta byggistigið er kostnaðarmett til 100 mió. kr. Hetta er 30 mió. kr. meir enn tað, sum býráðið í seinasta valskeiði legði upp til at seta av til skúlabyggingina. Aftur at hesum koma bæði 2. og 3. byggistig, sum eg skal greiða nærri frá seinni, sigur borgarstjórin

– Vit í býráðsmeirilutanum vilja raðfesta at niðurgjalda skuld, og tað gera vit við at taka tað inn í kommunuskatti, sum krevst fyri at kunna gera tær neyðugu íløgurnar, sigur ein avgjørdur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.Tað fyrsta og størsta byggistigið er kostnaðarmett til 100 mió. kr. Hetta er 30 mió. kr. meir enn tað, sum býráðið í seinasta valskeiði legði upp til at seta av til skúlabyggingina. Aftur at hesum koma bæði 2. og 3. byggistig, sum eg skal greiða nærri frá seinni, sigur borgarstjórin

– Vit vilja, at kommunan skal sita væl í tí, bæði nú og í framtíðini – til tey, sum aftan á okkum koma.

Soleiðis ljóðar svarið frá borgarstjóranum, tá ið Norðlýsið spyr hann, hvat hann hevur at siga til kritikkin frá býráðslimum úr Fólkaflokkinum, sum eru ímóti ætlanunum hjá býráðsmeirilutanum um at hækka kommunuskattin í Klaksvíkar kommunu við einum hálvum prosenti, úr verandi 21,5 upp í 22, meðan nýggi skúlin verður bygdur.

Ongantíð aftur

undir umsiting

– Kommunan hevur meir enn einaferð verið fíggjarliga illa fyri, tí tey fólkavaldu ikki vildu taka tað inn í skatti, sum tey vildu brúka á útreiðslusíðuni, so sum til íløgur.

– So hetta er ikki nakað nýtt, sum vit nú aftur hoyra frá onkrum røddum í býráðnum, at kommunan fyri ein og hvønn prís skal geva skattalætta, uttan mun til umstøðurnar.

– Tíverri vísa royndirnar, hóast býráðspolitikarar vilja hava skattalætta, so er tað verri enn so altíð, at vilji er til at spara tilsvarandi á útreiðslusíðuni, og tí hevur lokalsamfelag okkara upplivað – eitt nú í endanum av 80’unum/byrjanini av 90’unum – at kommunan kom í fíggjarligan brotasjógv, og varð sett undir umsiting av landsstýrinum.

– Tá tann støðan íkemur, er tað ikki longur teir fólkavaldu býráðspolitikararnir, sum taka avgerðirnar um t.d. skattaprosentið. Hetta sóu vit eisini í 90’unum, at landið setti kommunuskattaprosentið í Klaksvíkar Kommunu upp á 23.

Alt kann ikki gerast í senn

– Samstundis sum røddir í býráðsminnilutanum rópa hart um, at skatturin fyri ein og hvønn prís skal lækkast, so eru tað nógvar aðrar verkætlanir, har vit enn einki útspæl hava fingið frá teimum um, hvat tey vilja raðfesta.

– Her kann eg nevna nøkur dømi:

– Tey vilja hava, at kommunan skal byggja eitt nýtt býráðshús, har kostnaðurin man liggja um 20-30 mió. kr.

– Ístaðin fyri at fremja ætlanina um at gera Posthúsið til mentanarhús í Klaksvík, sum nú er í gongd, vilja tey heldur hava, at kommunan byggir eitt nýtt mentanarhús, sum kostar 50-60 mió. kr. og kanska heilt upp í 70 mió. kr.

– Tey siga seg eisini vilja halda fast við miðbýarbyggingina, skúlabyggingina, spillivatnsætlanina o. s. fr.

– Veruleikin er, tað ber ikki til at gera alt í senn, og slettis ikki, um ein samstundis vil lækka skattaprosentið.

– Tað er henda veruleika, sum vit í meirilutanum standa yvir fyri, og tað er hann, vit vilja og skulu halda okkum til, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Besta trygdin er góð fíggjarstýring

– Vit í býráðsmeirilutanum vilja heldur, at vit í býráðnum taka allar avgerðirnar um, hvussu vit gera her í kommununi, og tað gera vit við at taka tað inn í kommunuskatti, sum vit skulu hava inn, fyri at kunna gera og fíggja tær neyðugu íløgurnar.

– Her er okkara greiða støða, at Klaksvíkar býráð skal raðfesta skúlabyggingina, sum ikki altíð hevur havt nóg høga raðfesting her í kommununi.

– Tað fyrsta og størsta byggistigið er kostnaðarmett til 100 mió. kr. Hetta er 30 mió. kr. meir enn tað, sum býráðið í seinasta valskeiði legði upp til at seta av til skúlabyggingina. Aftur at hesum koma bæði 2. og 3. byggistig, sum eg skal greiða nærri frá seinni.

– Vit vilja hava hava eina væl stýrda og fíggjarliga væl grundaða kommunu, sum bæði kann gera íløgur nú og í framtíðini, og tað er orsøkin til, at vit ikki vilja geva óumhugsaðar skattalættar, samstundis sum kommunan fer undir eina so stóra skúlabygging, sum nú liggur fyri framman, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.