Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta várið og summari higartil við Karlamagnus

Oliver Joensen

Juli mánaði er tann besti higartil, vit hava fiska í 12 dagar og hava fingið 125.000 pund av upsa og tað er betri enn nakrantíð.

Tað sigur Magnus Johansen, eigari og formaður á útróðrarbátinum Karlamagnus. Eg havi átt bátin í eini 7-8 ár og havi róð út við snellu øll árini, og onki annað ár hevur gingið so væl í fyrru helvt.

Juli mánaði er tann besti higartil, vit hava fiska í 12 dagar og hava fingið 125.000 pund av upsa og tað er betri enn nakrantíð.

Eg haldi at ættin hevur nógv at siga, tá ið um snelluveiðuna eftir upsa ræður. Vesturætt, útsynningur og vestan var ættin fyrru helvt av juli og tað var væl av fiski. Nú vóru vit úti í tveir dagar ímeðan hann lotaði av eysturi, og tað vísti seg at vera lítið at fáa, 5000 pund í tveir dagar.

Tað var Jákup Eli Steffensen, sáli, ið lat bátin byggja í 1965, tá kallaðist hann Árnabúgvin, báturin er bygdur á Grótrætt og tað var Jógvan hjá Akseli, ið stóð fyri byggingini. Seinni átti Hjalmar á syðradali bátin og kallaðist hann Søkin tá. Eftir Hjalmar vóru tað fyrst Jóannes Skaale og síðani Ólavur Poulsen, ið áttu hann, tá varð hann nevndur Søkin. Síðani eg keypti bátin, fyri útivið 8 árum síðani hevur hann borið navnið Karlamagnus.

Vanliga róði báturin út við línu um veturin og við snellu um summarið, men nú hava vit mist 50% av fiskidøgunum, so tað ber bert til at royna við snellu, og tað havi eg gjørt við Karlamagnusi øll árini, sigur Magnus Johansen at enda.