Tað vóru fleiri av KÍ-leikarunum, sum gjørdu positivt vart við seg í 4-1 sigrinum ímóti EB/Streymi. Ein av hesum leikarum var Eyðun Klakstein, sum rættiliga gjørdi um seg á vinstra miðvølli við góðum spæli.
Tað var sum at síggja Eyðun í gomlum døgum.
Har vóru sjálvandi fleiri avrik yvir miðal á KÍ-liðnum, men tað er neyvan ov nógv sagt, at Eyðun Klakstein var mest yvir miðal í mun til hansara avrik higartil í ár.
Hann tóktist falla væl saman við nýggja álopsparinum, Jacob Bymar og Hjalgrím Elttør, sum saman við honum í Eyðuni í vinstru og Arnoldi í høgru til tíðir leveraðu góðan og kvikan álopsfótbólt, ið til tíðir gav stóru (og tungu) dreingjunum í EB/Streyma-verjuni grá har í høvdið.
Tað var júst Eyðun, sum gjørdi forarbeiðið til fyrsta málið hjá KÍ og Hjalgrími.
Staddur innanvert brotsteigarmarkið í vinstru fekk Eyðun bóltin úr høgru síðu. Hann fintaði og dróg seg síðani leysan av sínum mótstøðumanni, samstundis sum Jacob Bymar dróg ein mann við sær, soleiðis at Hjalgrím kom at standa púra fríur mitt fyri málinum, haðani hann avgreiddi í málið. 1-0 og stórur fagnaður.




