Um tað var tilgongdin av Zarko Pejovic skal vera ósagt, men Team Klaksvík var ikki til at kenna aftur fríggjakvøldið, tá tað manglaði heilt lítið í til at fáa stig.
Um tað var tilgongdin av Zarko Pejovic skal vera ósagt, menTeam Klaksvík var ikki til at kenna aftur fríggjakvøldið, tá tað manglaði heiltlítið í til at fáa stig. Team Klaksvík leikti sín kárt besta dyst hetta kappingarárið.
Zarko gekk á odda
Dysturin kundi ikki byrja beinanvegin, tí klokkan ikkivirkaði. Men tá dysturin fór í gongd fekk Kyndil betru byrjanina. Teir komu áodda 4-1, men so kom Team Klaksvík fyri seg. Serliga heim afturkomni ZarkoPejovic var vælleikandi og fekk nógv mál. Liðini fylgdust til 19 minuttir vóruleiktir tá støðan var 8-8. Men so fekk Team Klaksvík nakrar óneyðugarútvísingar og tað kostaði. Kyndil fekk lagt seg á odda 13-8, áðrenn tveir góðirminuttir til endans fingu samband aftur við Kyndil. Hálvleiksstøðan var 13-10.Málverjin Borisa Eskic stóð eisini væl hjá Team Klaksvík, men stori leikarinvar Zarko pejovic, meðan Finnur Hansson var mest eyðsýndir hjá Kyndil.
Fylgdu við allan vegin
Í seinna hálvleiki væntaðu kanska mong, at munurin bara fórat økjast eins og vit hava sæð ofta hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið. Mentað var beint tað øvugta sum hendi. Tá 8 minuttir av seinna hálvleiki vórufarnir, kom Team Klaksvík uppá javnt 16-16. Nú kom Sámal á T. Olsen veruliga ígongd, eftir at hann nærum einki fekk burturúr í fyrra hálvleiki. Team Klaksvíkkom ongantíð á odda, men kom ofta uppá javnt. Seinast tá 47 minuttir vórufarnir. Tá tríggir minuttir vóru eftir var Kyndil frammanfyri 27-24. Men sofóru Team Klaksvík leikararnir høgt upp at trýsta og tað loysti seg. Tá 40sekund vóru eftir var einans eitt mál á muni. Kyndil fekk eitt langt álop ogteir fingu brotskast, tá 8 sekund vóru eftir, sum teir skoraðu uppá. Endaligaúrslitið gjørdist sostatt 28-26.
Vend komin í?
Sum heild var talan um klárt besta dystin hettakappingarárið hjá Team Klaksvík. Liðið megnaði fyri fyrstu ferð at fylgja viðallan dystin og nú Zarko Pejovic er kom aftur, hevur liðið fingið styrk, iðmunar. Samstundis er pláss fyri útskiftingum, so leikararnir ikki gjørdust sotroyttir sum vanligt. Vongurin Jón Jacobsen spældi eisini sín fyrsta dyst ílongri tíð og kann eisini gerast ein stórur styrkur fyri liðið. Komandivikurnar fáa vit so at síggja, um hetta var eitt eindømi ella um Team Klaksvíknú fer at kunna geva fleiri liðum harða mótstøðu.




