Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besti lærarafundurin í vinarbýarhøpi

Dávur Winther

Borgarstjórin var í gjárkvøldið vertur við ein døgurða fyri teimum 15 lærarunum frá vinarbýunum hjá Klaksvíkar kommunu úr Tróndheimi, Norrkøping, Tammerfors, og Odense, sum í eina lítla viku hava verið í Klaksvík á vinarbýarfundi.

Borgarstjórin var í gjárkvøldið vertur við ein døgurða fyri teimum 15 lærarunum frá vinarbýunum hjá Klaksvíkar kommunu úr Tróndheimi, Norrkøping, Tammerfors, og Odense, sum í eina lítla viku hava verið í Klaksvík á vinarbýarfundi.

Dekkað varð upp sera snotisliga og hugnaliga í Skúlanum við Ósánna. Borðreitt var við lambinum, sum gertirnir sjálvir høvdu verið við til at fletta fyrr í vikuni norðuri í Harðalsundi. Maturin smakkaði óføra væl!

Ja, so væl smakkaði og so væl varð fyrireika og prýðiliga dekkað, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri fór at fregnaðst, hvør hevði staðið fyri hesum. Tá ið hann fekk at vita, at talan var um 10. flokks næmingar, sum høvdu valt “Hotel-linjuna”, vildi hann sleppa at heilsa uppá næingarnar og takka teimum fyri framúr gott avrik. Lærari í hesum faki hevur verið Bina Klakkstein, meðan góðu lambasteikina hevði Hanna Magnusson staðið fyri.

Gestirnir reistu seg upp krokk av kroppi at takka fyri tað, sum tey kallaðu tann besta lærarafundin í vinarbýarhøpi, tey høvdu verið á. Tú fekst fyrst eina kenslu av, at hetta søgdu tey fyri at sýna vinarlag og kurteisi.

Men tá ið Åse Müller frá Tróndeimi, sum hevur verið við í mong ár, reistist og í sera førgum orðum, men herðslu á “Det var flott!” fleiri ferðir vísti á dømi úr skránni fyri fundin, hví hetta var besti lærarafundurin í vinarbýarhøpi, hon hevði verið á, ja, so vart tú sannførdur um, at so var – Hon hevur verið á mongum vinarbýarfundum mangar staðir, og hevur sjálv fyriskipað slíkum.

Jú, tøkkirnar mundu ongan enda fingið, so mikið, at Rannvá Joensen, varaskúlastjóri, sum vegna Skúlan við Ósánna hevur staðið fyri hesum norðurlendska lærarafundinum, var sjónliga rørd.

Dugnaligu næmingarnir, sum standa undir liðini á borgarstjóranum, ið eisni høvdu gjørt forrættin, eru frá vinstru: Turið Brestisson, Sonja Michaelsen, Hanna Klakkstein og Petra Klakkstein. Ein annar næmingur, sum ikki er við á myndini, er Lisa Joensen.

Borgarstjórin, sum í næstum skal til Norrkøping at undirskriva nýggjan vinarbýarsáttmála, segði, at eftir hesar mongu góðu afturmeldingarnar frá vinarbýunum um lærarafundin í Klaksvík, hevði hann enn betri áræði at skriva undir eina nýggja vinarbýaravtalu, sum hevur stóran týdning á so mongum økum.