Á Sjómannadegnum blivu heiðursmerki handað til bestu skip og bátar í fiskanøgd og í virðinum av veiðuni. Sjómannadagur varð ikki fyriskipaður í 2019 og 2020, men vit hildu at eisini hesir, sum tá vóru bestir skuldu fáa heiðursmerki. Tað fingu teir, við at avheinta pláturnar við pallin. Niðanfyri eru úrslitini fyri øll árini.
Tað var fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, ið handaði monnum umboðandi skipini heiðursmerki.

Orsakað av at feilur er í bólkingini hjá Vørn, er Thor komin at standa sum bestur í bólki 12. Tað er skeivt, tað skal vera Túgvusteinur, ið er bestur í nøgd og virði.














