Fyribils úrslit av innsavningini hjá Reyða Krossi vísur, at roknast kann við, at hvør føroyingur hevur goldið kr. 8,- í bússurnarnar sum fólk kring landið hava borið runt síðan fríggjadagin.
Til samanlíkning kann upplýsast, at úrsliti í Danmark var um kr. 2,80 og í Finlandi um kr. 4,- pr. innbyggjara.
Av tí at veðri var so vánaligt leygardagin, var ikki komið so langt i Havnini, tí hava fólk gingið í Havn mánadakvøldi, og halda áfram týskvøldi og mikukvøldi – tey sum hava hug at hjálpa kunnu møta í Reyða Krossi , inngongdin i Vágsbotni kl. 19:00 – kanska fáa vit enn fleiri pengar til neyðhjálp.
“Hjálpi Reyðakrossi at hjálpa”
Tórshavn 061009
Súni Vinther, form.




