Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bestu leikararnir fáa eina kópakonu

Helgi Abrahamsen

Í hesum døgum er ítróttarhøllin á Hálsi karmur um EM/HM-kapping í flogbólti fyri kvinnur. Í tí sambandi skulu millum annað bestu leikararnir í kappingini veljast, og hesar skulu hava eina ella aðra heiðursgávu.

Flogbóltssambandið hevur í tí sambandi valt at heiðra bestu leikararnar við eini avmynd av kópakonuni í Mikladali. Talan eru um eina lítla avmynd, sum felagið Visit Kalsoy hevur latið gjørt hjá Looknorth í Klaksvík. Sjey av hesum kópakonunum hevur Bernhard J. Hammer í Norðragøtu sett á hvør sín kneysa og hann hevur eisini litað tær við kopari. Harumframt er ein silvurpláta fest á tær.

Tað er ikki bara í Føroyum, at hetta hugskotið av Kalsoynni hevur vakt ans. Eisini uttanlands hava tey lagt merki til serligu heiðursgávuna: http://cev.lu/