Tann besti línubáturin higartil í 2014 hevur selt fyri yvir 15 milliónir.
Yvirlitið hjá Vørn er fram til 11. desember, so seinasti túrurin í ár hjá teimum flestu er ikki taldur uppí.
Men línubáturin Stapin verður tann besti hetta árið. Hann hevur sum tann einasti selt fyri yvir 15 milliónir. Síðani koma Sandshavið og Jákup B, sum hava selt fyri meir enn 12 milliónir. Tilsamans hava 9 línubátar í bólki 3 fiskað fyri yvir 10 milliónir.
Listin yvir bestu línubátar sær soleiðis út:
1. Stapin 15.071.580 kr
2. Sandshavið 12.554.476
3. Jákup B 12.373.690
4. Eivind 12.371.625
5. Vesturhavið 11.696.589
6. Sigmund 11.477.805
7. Núpur 11.170.988
8. Kvikk 10.844.446
9. Kambur 10.223.179




