Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bestu umstøður fyri fyritøkur

John William Joensen

Skal Klaksvíkin vaksa, er neyðugt at gera karmarnar rundan um vinnuna so góðar, sum gjørligt.

Vøkstur – partur 3

Tað áliggur Klaksvíkar kommunu, at leggja lunnar undir bestu gróðramøguleikar fyri allar fyritøkur, ið ynskja at byrja í Klaksvík.

Ein av afturvendandi trupulleikunum, ið stinga seg upp, um ein ynskir at fara undir ávíst virksemi, er at fáa pláss á einum ídnaðarøki. Ymiskt hevur verið lovað, hvar ídnaðarøki skal liggja, men enn er sjøtil ikki settur á. Eitt uppskot var uppi við Borðoyarvík og eitt annað norðuri í Ánunum. Handlingar tala meiri enn orð, og tað er sjón fyri søgn, at einki er hent á hesum økjum enn.

Tað eigur ONGANTÍÐ at vera kommunan, ið steðgar einari fyrtøku at vaksa. Tá er okkurt heilt skeivt. Vit hava sama trupulleika við ídnaðarøkjum, sum vit hava havt við grund-stykkjum í fleiri ár. Fólk hava ikki kunnað flutt til býin, tí at grundstykkir ikki hava verið tøk og nú standa vit aftur í somu støðu – fólk kunnu ikki flyta fyritøkur til býin, tí at øki ikki eru at byggja á. Ei heldur kunnu fyritøkurnar, ið longu eru í býnum, vaksa nakað stórvegis.

Ynskja vit, at kommunan veksur, eru vit noydd til at flyta okkum skjótari. Tað er alneyðugt, at kommunan ikki steðgar vøkstrinum. Býurin eigur at vera fyrireikaður til allan vøkstur, bæði í fólkatali og á vinnuliga økinum.

Eisini er tað av stórum týdningi at kommunan gongur undan við at nýta tað arbeiðsorku, ið fyritøkurnar í Klaksvík hava at bjóða, tað verið seg vørur og tænastur. Alt ov ofta hevur kommunan valt at keypa vørur uttanfyri Klaksvíkina, tó at fyritøkur kunnu bjóða líknandi vørur her norðuri.

Eg fari at arbeiða av øllum alvi, so¬leiðis at kommunan er frammanfyri sína tíð, og altíð er fyrireikað til ein vøkstur. Harafturat verður tað ikki við mínum góðum vilja at tænastur vera keyptar uttanfyri Klaksvíkar kommmunu.

Skal tað vera ein „reinur og fríður, vaksandi býur“?
Setið X við Jógvan Skorheim á lista