Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bestýrarahúsini verða nú niðurtikin

Oliver Joensen

Fyrstu bestýrarahúsini á Strond mugu nú víkja fyri nýggjum virksemi. Húsini eru í ringum standi og tí skal nýtt byggjast á Strond.

Í morgun varð byrjað at taka fyrstu bestýrarahúsini á Strond niður. Húsini vóru bygd í samband við elverkið, og har hava ímillum aðrar, Stóri Rasmussen, Lítli Rasmussen og Hans J. Justesen búð. Frá SEV frætta vit, at orsøkin til at húsini nú verða tikin niður er, at SEV fer at gera nakrar umleggingar í samband við Norðoyatunnilin. Nýggj háspenningsskipan verður gjørd í Klaksvík og ætlanin er at flyta háspenningsavbrótarar og annað úr elverksbygninginum og í ein nýggjan bygning, sum skal byggjast á økinum har gomlu bestýrarahúsini hava staði. Sagt verður frá SEV, at teir høvdu í hyggju at brúka húsini sum tey vóru, men at serfrøðingar, sum hava hugt eftir húsinum, hava rátt frá, tí húsini vóru í sera ringum standi og harafturat var nógvur fýrur í húsunum eisini. Tí var avrátt at taka tey niður og at byggja nýtt ístaðin.
Gomlu bestýrarahúsini eru elstu húsini hjá elektrisitetsverkinum á Strond.