Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betesda sýnt fram fyri samkomuni ídag

Oliver Joensen

Tað hevur gingið væl at byggja nýggja samkomubygningin Betesda í Klaksvík. Á lítlari almennari samkomu ídag, varð greitt eitt sindur frá gongdini higartil og eisini var søgan um \”Betesda\” tikin fram.

Kl. 16 ídag, var opið hús í nýggja Betesda. Húsið er minni enn so liðugt, tá tú komst inn, var nærum bert betong at síggja, men Kristian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen, sum hava staði sum umboð fyri byggiharran, greiddu sera væl frá gongdini higartil.

Tosað var um støddina á húsinum, sagt var eitt nú, at stóri salurin fór helst at kunna taka væl ímóti 450 fólkum, ímeðan ein annar minni salur var við síðuna av, har opið kundi gerast ímillum til stóra salin, og tá kundu eini 200 fólk afturat rúmast í sølunum báðum. Snotuligt og spennandi sá projektið út, og sagt var, at húsið var kanska meira liðugt enn tað sá út til, tí bjálvingin øll er uttan á húsinum, so veggirnir innan skuldu bert pussast og málast. Jóhan Páll Joensen segði, at tað, sum var gjørt higartil við nýggja samkomuhúsið Betesda er goldið og at byggiharrarnir áttu framvegis eitt sindur á kistubotninum.

John Høj hevði eitt sera áhugavert inlegg um søguna hjá samkomuni og Betesda. Sangkóri spældi sjalvandi ein stóran leiklut á løtuni, og vit sum vitjaðu fingu eina smakkiroynd av komandi nýggju umstøðunum til sang hjá samkomuni í Betesda.

Salurin er bygdur partvís í tveimum hæddum. Fleiri stór og góð rúm eru til annað enn møtiaktivitetir, eitt nú er skrivstova og barnaansingarrúm. Roknað verður við, at salurin kann takast í nýtslu í oktober í ár.