Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betesdakórið venjingarlegu og sangløtu

John William Joensen

Í vikuskiftinum hevur Betesdakórið eina sokallaða venjingarlegu. Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20 við einari stuttari upphitingarløtu, hvar tikið verður í nakrar sangir sum ein byrjan.

Í vikuskiftinum hevur Betesdakórið eina sokallaða venjingarlegu.Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20 við einari stuttari upphitingarløtu, hvartikið verður í nakrar sangir sum ein byrjan.

Leygarmorgunin verður so hildið fram, og er ætlanin at halda átil einaferð út á seinnapartin. Steðgað verður á til máltíðir eins og stuttarandaktsløtur og ein fyrilestur. Fríggjadagurin og leygardagurin eru fyri kóriðog  ætlaðir til samansjóðing og venjing av klangi, taktum og  røddum.

 

Sunnukvøldið kl. 18 hevur Betesdakórið sangløtu í Betesda, hvarøll eru hjartaliga væl komin.