Leygardagin 25. oktober hevur Betesdakórið sangløtu í skúlaauluni í Vestmanna skúla kl. 19. Sungnir vera lættir sangir í gospelstíli og traditionellir sangir við fylgispæli kryddað við solo og trio eins og sálmar acapella. Sangirnir verða lýstir aftur við stuttum evangeliskum boðskapi.
Leygardagin 25. oktober hevur Betesdakórið sangløtu í skúlaauluni í Vestmanna skúla kl. 19.
Sungnir vera lættir sangir í gospelstíli og traditionellir sangir við fylgispæli kryddað við solo og trio eins og sálmar acapella. Sangirnir verða lýstir aftur við stuttum evangeliskum boðskapi.
Kórið venur hvørja viku og er virkið á møtunum í Betesda hvørt sunnukvøld. Fullmannað telur kórið yvir 70 sangarar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




