Liverpool royndi og vildi – men eydnan var ikki við. Milan fekk tvey heppin mál
Inzaghi 2 – Liverpool 1
Ein tann keðligasta Champions League finalan í mong harrans ár – eingin ivi um tað.
Høvuðsorðsøkin var at tað var bert tað eina liðið, sum var komið til Athen at spæla fótbólt – meðan hitt bert koyrid uppá kontra – og fekk fulla úrtøku.
Bert tvær ferði í dystinum sóu vit nakað til Filippo Inzaghi – tað var tá hann av óvart rann bóltin í Liverpool málið og tá hann í seinastu minuttunum fekk ein gyltan málmøguleika og avgjørdi dystin.
Liverpool sat á dystinum, men megnaði ikki at spæla seg til nevniverdigar málmøguleikar fyri einum tjúkkum greyti av spagetti framman fyri brotsteigin.




