Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Banki lækkar sethúsarentuna

Tíðindaskriv

Rentan á sethúsalánum í Betri Banka verður nú lækkað. Hetta merkir, at allir okkara kundar, sum hava sethúsalán við 1. veðrætti, fáa bjóðað 2,95% í sethúsarentu við virknaði frá 1. september 2018. Rentan fyri sethúsalán er í løtuni 3,1%.

Rentan á billánum í Betri bleiv í vár lækkað til 3,25% og er ein tann bíligasta á føroyska marknaðinum.

“Vit vilja veita best møguligu fíggjarligu tænastur á føroyska marknaðinum. Góða gongdin hjá bankanum og útlitini fyri einum framhaldandi lágum altjóða rentustøði gevur okkum nú høvi at lækka renturnar til føroyska húsarhaldið enn meira, og tað fegnast vit um,” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.