Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Jóhann Lützen

Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.

 

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20% stigum. Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur