Líðhamar góðan túr, tá hugsað verður um høgu fiskaprísirnar.
Líðhamar fekk annan dagin á rað ein góðan túr.
Líðhamar, sum í gjár fekk 8000 pund, avreiddi í morgun 7600 pund, sum hann fekk norðanfyri. Prísurin í løtuni er góður, so talan er um góðan túr. Størsti parturin var toskur og hýsa. Kallanes hevði góð 5000 pund í dag. Bragd er ikki liðugur at draga enn og honum hava vit einki frætt frá.



