Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri fólkaheilsa – eitt betri lív – eitt betri samfelag

Hilbert Elisson

Vit hoyra um, hvussu kostnaðarmikið sjúkrahúsverkið er at reka. Men fyri føroyingar er álit á sjúkrahúsverkið eitt tað týdningarmesta, sum er í hesum landi. Harafturat skulu vit eggja øllum okkara borgarum til at hugsa seg um og taka sær væl av síni egnu heilsu.

Jú betri vit røkja okkara likam og sál, jú størri verður orkan í heilsuverkinum til tey nógvu dagligu og tungu tøkini. Harvið verður lívið hjá hvørjum einstøkum okkara betri – og tað ger eisini samfelagið betri fyri okkum øll.

Við »Fólkaheilsuætlan fyri Føroyar« frá 2006 setti Javnaðarflokkurin ein miðvísan og virknan fólkaheilsupolitikk á dagsskránna, tá vit tóku politisku ábyrgdina av heilsumálum. Góð og varandi úrslit eru komin burturúr, men tað er týdningarmikið at halda fast um og menna fólkaheilsupolitikkin.

Hvørjir eru so størstu vandarnir á heilsuøkinum?

Royking er ein stórur kendur trupulleiki fyri lungna- og krabbasjúkur. Hetta er vísindaliga prógvað fyri langari tíð síðani, og tí eiga vit áhaldandi at arbeiða víðari við at tálma royking. Her eru góðar roykipolitiskar fyriskipanir, og upplýsingin – serliga til børn og ung – er besta amboðið.

Likamligt óvirkni ella ov lítil rørsla er eitt annað vandamál. Sama við ósunnum kosti, junkfood, sodavatni og tílíkum. Tað elvir alt til diabetes, hjarta- og æðrasjúkur, ið gera um seg í ólukkumát. Tað forkemur heilsuni, oyðileggur tað góða lívið – og tað kostar nógvan skattapening at viðgera.

Jú, tað ber til, við miðvísum fólkaheilsupolitiskum átøkum og upplýsing, at fyribyrgja og betra um heilsustøðuna hjá okkum øllum.

Er hugburðurin rættur, kunnu vit eisini sjálvi gera nógv fyri at loysa trupulleikan, um vit eru í einum av vandabólkunum.

Hetta eiga vit at leggja enn meira dent á – og ikki ganga øvugtan veg, sum fráfarandi samgonga hevur gjørt – til dømis við at eggja fólki at keypa meir av bíligari tubbakki í tollfríu sølunum loft- og sjóvegis!

Fyri fólkaheilsuna er best at velja Javnaðarflokkin tann 1. september!