Útróðarabátarnir Kallanes og Líðhamar, fóru til útróðrar eftir at hann hevði makað vindin um 23 tíðina í gjárkvøldi, og eru fyri løtu síðani afturkomnir við umleið 9000 pundum hvør.
Eyðólvur Vang, skipari og reiðari á Kallanes sigur, at tað sýnist eitt sindur hugaligar júst nú. Vit hava fingið 9000 pund ídag og Líðhamar segði tað sama. Hjá okkum var meginparturin hýsa, um 6000 pund ímeðan restin er toskur. Sum eg skilti á Peter Joleif Svøðstein á Líðhamri, so høvdu teir meira av toski enn av hýsu.
Jú, tað sær betur út við fiskiskapinum júst nú. Men sjálvandi, hetta er eisini tíðin, sum útróðurin undir Føroyum skal liva av. Prísurin er lágur í løtuni sum skilst.
Kallanes fór aftur til útróðrar í kvøld.




