Á ársaðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, varð avgjørt at lata 5 mió. kr. av ársúrslitinum hjá Betri samtakinum í fjør til at byrja virksemið hjá nýggja stuðulsgrunninum Betri Stuðul. Til ber nú at søkja grunnin um stuðul til virksemi ella størri verkætlanir, ið m.a. eru skaðafyribyrgjandi, tryggleikaskapandi og samfelagsgagnligar, umframt at Betri Stuðul sjálvt fer at virka sum stigtakari til virksemi, ið er við til at gera lívið og samfelagið enn betri hjá føroyingum

Endamálið hjá Betri Stuðli er at skapa tryggleika umvegis stuðul, undantikið rakstrarstuðul, til virksemi, ið gagnar tryggingartakarum, millum annað virksemi, ið er: skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi. Stuðul kann eisini latast til annað samfelagsgagnligt virksemi, m. a. til list, gransking og mentanarlig átøk.
Í nevndini fyri Betri Stuðul sita Árni D. Brattaberg (formaður), Annika Waag, Jákup Egholm Hansen og Frankie Jensen. Betri Stuðul er ikki ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, men partur av virkseminum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Komandi stuðulsupphæddin til Betri Stuðul verður árliga ásett av nevndini í Ognarfelag Tryggingartakaranna í sambandi við støðutakan til afturbering.
Nevndin í Betri Stuðli hittist í minsta lagi 2 ferðir um árið, har nevndin tekur støðu til innkomnar umsóknir um stuðul. Marknaðardeildin hjá Betri P/F umsitur dagliga virksemið hjá Betri Stuðli.
Til ber nú at søkja um stuðul til virksemi, ið fylgir ásettum treytum hjá stuðulsgrunninum. Hetta kann gerast umvegis heimasíðuna: betri.fo ella teldupost: studul@betri.fo