Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur at tað hevði glett teir almikið at fingið Karsten uppí tingbólkin
Tað hava verið ábendingar frammi um at Karsten Hansen fór at gerast partur av Miðflokkinum, men formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, heldur at Karsten Hansen liggur tættari at Sjálvstýrisflokkinum.
– Hugsjónarliga liggur Sjálvstýrisflokkurin sera tætt at Karsten Hansen og harafturat eigur flokkurin nøkur spennandi ungfólk í Klaksvík, sum vilja nakað politiskt og flokkurin er jú umboðaður í Klaksvíkar Býráð.
– Vit hava ikki havt tingmann síðan Asbjørn Joensen, sála, og sjálvur meti eg at Karsten Hansen hevði kunna fylt hetta tómrúmið.
– Tað er heldur eingin loyna at vit eru ikki ov nógvir í tingbólkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum og tí hevði eg verið ovurfegin um at fingið hann sum samstarvsfelag.
Ongar ábendingar
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevði tó onga ábending fingið frá Karsten um hvørjar framtíðar ætlanir hann hevði og hóast vit fleiri ferðir hava tosað við Karsten, so vil hann heldur ikki siga hvørja niðurstøðu hann er komin til.




