Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri pensjón yvirskot á fyrsta sinni

Tíðindaskriv

Eftir 6 ár á føroyska pensjónsmarknaðinum, fekk Betri pensjón P/F sítt fyrsta yvirskot í fjør. Nýggj pensjónslóggáva og økt tal av kundum vóru við til at skapa jaliga úrslitið hjá yngsta felagnum í TF samtakinum.

Eftir 6 ár á føroyska pensjónsmarknaðinum, fekk Betri pensjón P/F sítt fyrsta yvirskot í fjør. Nýggj pensjónslóggáva og økt tal av kundum vóru við til at skapa jaliga úrslitið hjá yngsta felagnum í TF samtakinum.


Økt tal av kundum

Árið 2013 gjørdist seinasta árið, áðrenn nýggja pensjónslógin kom í gildi. Lógin, sum varð samtykt á tingi í mai 2013, ásetti, at allir føroyingar skuldu stovna sær eftirlønarkonto áðrenn 31. desember 2013.

Hetta sást aftur í tilgongdini av nýggjum kundum við ársenda. Betri pensjón gjørdi í 2013 fleiri nýggjar avtalur við fakfeløg og hevði tí stóra tilgongd av kundum. Kundatalið við árslok 2013 var næstan 12.000. Hetta merkir, at nærum annarhvør lønmóttakari í Føroyum, hevur avtalu við felagið. At náa so stórum kundatali, nú felagið hevur verið á marknaðinum í góð 6 ár, metir felagið vera sera nøktandi.


Aðalfundur í móðurfelagnum

Ársfrásøgn fyri 2013 hjá Betri pensjón, verður í dag løgd fram á aðalfundi hjá móðurfelagnum Ognarfelag Tryggingartakaranna. Samlaðu tryggingargjøldini í 2013, íroknað innskot og pensjón flutt frá øðrum feløgum, vóru 264,9 mió. kr. ímóti 77,3 mió. kr. í 2012. Stóri vøksturin kemst serliga av pensjónum og innskotum, sum flutt eru frá øðrum pensjónsfeløgum í samband við yvirtøku av avtalum við fakfeløg.

Rakstrarúrslitið hjá Betri pensjón í 2013 eftir skatt varð 0,1 mió. kr. í yvirskoti, móti 2,5 mió. kr. í halli í 2012.


Góð útlit fyri 2014

Útlitini hjá Betri pensjón fyri 2014 eru góð. Støðugt verður arbeitt við at náa so nógvum kundum sum til ber. At pensjónslógin nú er sett í gildi, fer at hava jaliga ávirkan á kundatilgongdina í 2014. Felagið væntar vøkstur í tali av kundum og tryggingargjøldum,

og roknar við avlopi í 2014.


Stjórin fegnast um úrslitið

Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, fegnast um ársúrslitið og sigur: “Tá felagið varð stovnað, settu vit okkum fyri, at Betri pensjón skuldi geva avkast eftir 7 árum. Hetta málið hava vit nú rokkið, eitt heilt ár áðrenn ætlan. Tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um.”


Harleywoodpaint