Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Betri Stuðul letur gávu til Reyða Kross Føroya

Betri

Stuðulin er oyramerktur til verkætlanina “Í Reyða Krossi trívast vit” í samband við, at Reyði Krossur Føroya er partur av stóru verkætlanini ABC fyri Sálarliga Heilsu.

Birgir Nielsen, formaður fyri Betri Stuðul og Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroyar

Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroya, fegnast um, at Betri Stuðul letur peningagávu til verkætlanina. Hann sigur: “Hetta ger, at vit nú hava peningaliga orku, at taka lut í landsumfatandi verkætlanini, ABC fyri Sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri”.

Birgir Nielsen formaður í Betri Stuðli sigur, at Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkara borgarum til góðar.

Stuðulin til hesa verkætlanina fer m.a. at vera nýttur til førleikamenning og tiltøk fyri teimum uml. 200 sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya, sum hvønn dag gera nakað fyri sálarligu heilsuna hjá føroyingum. ABC verkætlanin er grundað á nýggja umfatandi gransking innan sálarliga heilsufremjan, ið greitt bendir á, at tað ber til at verja og styrkja sálarligu heilsuna, við at fylgja ráðunum: “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.

Virksemið hjá teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya fevnir m.a. um samarittar, sum skapa tryggleika; vitjanarvinir, sum eru við til at fremja sálarligu heilsuna hjá einsamøllum; klædnahjálpina, ið veitir barnafamiljum hjálp; sambinding, ið virkar fyri at menna integratiónsøkið í Føroyum, og undirvísing innan kroppsliga og sálarliga fyrstuhjálp. Harafturat er stórt virksemi kring landið við klædnainnsavning og -skiljing til endurnýtsluhandlar, og ein vælvitjað bókasøla er  í Vágsbotni, ið hevur opið hvønn dag í vikuni. Til árligu landsinnsavningina eru uml. 450 sjálvboðin virkin. Stuðulin frá Betri Stuðli skal m.a. nýtast til førleikamenning av sjálvbodnum, at byggja brýr, og til at virka fyri heilsufremjan í sambandi við sjálvboðið arbeiði og harvið menna trivnaðin í Reyða Krossi, sigur Birgir Nielsen, formaður fyri Betri Stuðul.