Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Betri Trygging komin upp á pláss á Nólsoyar Pálls Gøtu 9

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Í vikuni eftir páskir eru øll vælkomin á gátt at fáa sær eitt prát, ein kaffimun og at síggja hølini, sigur Ingunn Eiriksdóttir forstjóri í Betri Trygging við Norðlýsið

 

Norðlýsið hevur verið á gátt hjá Betri Trygging, ið er flutt úr bygninginum við Akursmørk og inn í egin høli á Nólsoyar Pálls Gøtu 9. Umframt kundamóttøkuna og ráðgevingina er ein íbúð í bygninginum, har ein familja kann húsast, um teirra bústaður hevur verið fyri skaða.

Ingunn Eiriksdóttir sigur við Norðlýsið, at tey hava verið í sama høli sum bankin í Klaksvík, men tey hølini gjørdust ov lítil til virksemið. Tey fingu møguleikan at keypa ein bygning í Nólsoyar Pálls Gøtu, og kundu harvið samla alt tryggingarvirksemið í tí bygninginum. Kundamóttøka við ráðgeving til privat- og vinnukundar verður í niðastu hædd, og so verður ein íbúð til endurhýsing uppiá, um nú onkur kundi eitt nú skuldi havt ein vatnskaða ella líknandi og tørv á at vera aðrastaðni, meðan skaðin verður umvældur. Íbúðin hevur 3 kømur, t.e. við plássi fyri eini familju.

Í Betri Trygging á Nólsoyar Pálls Gøtu starvast ein góð blanding av lokalum fólki og nomadum, t.v.s. starvsfólki, sum bæði starvast í Klaksvík og Saltangará. Til gerandis eru 4 fólk vanliga, og onkuntíð er onkur, sum annars arbeiðir í Havn, á deildini í Klaksvík og arbeiðir í staðin.

Viðskiftafólkini hjá Betri Trygging í Klaksvík samskifta bæði við telefon, telduposti og við at koma á gátt. Ingun sigur, at tað eru heilt mong, sum velja at møta upp persónliga heldur enn talgilt, og hon sigur, at tað er umráðandi fyri Betri at geva kundunum í Norðoyggjum eina góða tænastu, og at starvsfólkini hava góðar umstøður. Húsini eru nevniliga júst høvuðsumvæld, har nógv er gjørt heilt av nýggjum. 

Í vikuni eftir páskir eru øll vælkomin á gátt hjá Betri Trygging á Nólsoyar Pálls Gøtu 9 at fáa sær eitt prát, ein kaffimun og at síggja hølini, sigur Ingunn Eiriksdóttir við Norðlýsið at enda.