Hagtøl, karakterur og besti leikari í KÍ fyrsta triðingin av Effodeildini.
KÍ liggur á 2. plássi, nú fyrsti triðingurin í Effodeildini er leiktur. So høgt lá KÍ ongantíð so seint í kappingini í 2015, men bæði í 2014 og 2013 lá KÍ væl fyri fyrsta triðingin men uttan at megna at koma út í Europa, tá avrikini dalaðu seinni á árinum. Niðanfyri verður mett um KÍ avrikið higartil í 2016.
Toppskjútti:
1. Jóannes Bjartalíð 7 mál
2. Páll A. Klettskarð 6 mál
Flest upplegg:
1. Súni Olsen 5 upplegg
2. Páll A. Klettskarð 4 upplegg
Deyðbóltar fyri: 4
Deyðbóltar ímóti: 3
Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:
56 %: Páll A. Klettskarð (antin skorað ella lagt upp til 56 % av málunum hjá KÍ)
39 %: Jóannes Bjartalíð
Besti leikari: Súni Olsen
Felags fyri nærum allar KÍ leikararnar er, at teir spældu sera illa móti NSÍ og fleiri gjørdu eisini stór persónlig mistøk móti HB. Men síðani tá hava nógvir spælt væl og ein hevur sæð eina støðuga menning á liðnum. Valið til besta leikaran fellur á Súna Olsen, tí hann er kanska framum nakran annan leikarin, sum hevur flutt KÍ á útivølli. Í sigrunum móti TB, ÍF og Víkingi umframt í javnleikinum móti AB spældi hann ein lyklaleiklut sum hevur gjørt, at KÍ longu hevur fleiri sigrar á útivølli enn samanlagt bæði í 2015 og 2014. Og orsøkin fyri at KÍ liggur á 2. plássi er framgongdin á útivølli, tí á heimavølli var KÍ væl fyri bæði í 2015 og 2014.
Karakter til KÍ: 8
Tá Norðlýsið gav liðunum karakter fyri fyrstu trý umførini, so fekk KÍ lægsta karakterin. Nú 6 umfør seinni, so fær KÍ saman við Víkingi hægsta karakterin. KÍ hevur spælt ein vánaligan dyst, sum var ímóti NSÍ á heimavølli í 2. umfari. Síðani tapið á HB í 3. umfarinum hevur KÍ ikki tapt, og liðið hevur ment seg fyri hvønn dyst. Burtursæð frá dystunum móti NSÍ og HB, so hevur verjuspælið hjá KÍ verið sera sannførandi, har teir báðir nýggju leikararnir, málverjin Kristian Joensen og miðverjin Ahmed Mujdragic hava givið liðnum nógv, meðan Jonas F. Rasmussen hevur verið sera sannførandi seinastu umførini eftir eina byrjan, sum annars var merkt av fleiri stórum persónligum mistøkum hjá honum. Líka fram til 8. umfar sá út til, at KÍ framvegis manglaði tað síðsta fyri at koma í topp 4, men so vann liðið sannførandi sigur í Sarpugerði, sum flutti nógv á stigatalvuni. Í álopinum hava Páll A. Klettskarð og Jóannes Bjartalíð skorað neyðugu málini. Fær KÍ 17 stig fyri hvønn triðing, so kemur liðið uppá 51 stig, og tað er vanliga nokk til at koma út í Europa.
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik




