Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri veður í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Í kvøld er fitt av vindi. Veðurtíðindini fyri landið eru 15 til 20 m/s av vestri, og hyggjandi inn á lv.fo sæst, at so er. Vestanfyri er meiri vindur enn í t.d. Norðoyggjum. Í fjøllum er sjálvsagt meiri vindur – tað er tað altíð. Í flestu støðum er regn.

Í vikuskiftinum er útoyggjastevna í Svínoy. Til ta tíð fer veðrið at broytast nógv.

Tað verður turrari og vindurin fer at minka í nátt og morginári. Á middegi í morgin er ætlandi turt og vindurin er minkaður niður í 10 til 15 m/s, og ættin er tá útsynningur.

Seinnapartin í morgin minkar enn meiri, og tá ið Gekkur er í Kringvarpinum, er vindferðin 5 til 10 m/s.

Leygarnáttina minkar vindurin niður í 5 m/s úr útsynningi-suðuri. Fyrrapartin leygardagin er vindurin lítil og eingin, meðan ættin fer yvir í landsynning. Út á kvøldið fer ættin upp ímóti eystri – vindferðin minni enn 5 m/s.

Tað vera onkrar løtur við regni ella sirmi leygardagin, men tær fara ikki at hava nógv upp á seg.

Soleiðis sær lufthavið út í løtuni…