Dagsins heita politiska evni eru ”kristnu virðini”. Ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, sum eru klár til støðutakan í tinginum boðar frá ógvusligum ódnarveðrið har sjálv grundin undir føroysku tjóðini er fyri hóttafallið.Eins og talan var um veruligt kríggj – fyrireika politisku partarnir seg og skotgravir verða gravaðar og mannaðar til stóra bardagan – at bjarga tjóðini undan undirgangi – svávulregni – eins og Sodoma og Gomorra.
Dagsins heita politiska evni eru ”kristnu virðini”. Ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, sum eru klár til støðutakan í tinginum boðar frá ógvusligum ódnarveðrið har sjálv grundin undir føroysku tjóðini er fyri hóttafallið.Eins og talan var um veruligt kríggj – fyrireika politisku partarnir seg og skotgravir verða gravaðar og mannaðar til stóra bardagan – at bjarga tjóðini undan undirgangi – svávulregni – eins og Sodoma og Gomorra.
Málið viðvíkjandi broytingum í hjúnarbandslógini har samkynd skulu hava borgarlig rættindi at ganga saman í hjúnarlag liggur klárt til støðutakan í løgtinginum. Flest øll hava avgjørda meiningar fyri og ímóti – og greitt er at hvørgin parturin er sinnaður at slaka.
Tey sum vilja hava lógina samtykta í løgtinginum, vilja hava eina staðfesting av at Føroyska samfelagið góðtekur homosexualitet og at tvey av sama kynið fáa rætt til borgarliga at ganga saman í hjúnarlag. Tingfólkini, sum hava lagt uppskotið fyri tingið hava alment sagt at talan er um at geva loyvið til borgarliga vígslu og at lógaruppskotið ikki ávirkar Fólkakirkjuna.
Tey sum eru ímóti lógini siga at hon kemur at føra samkyndar vígslur inn í Fólkakirkjuna, og millum tey sum eru ímóti lógini eru fólk sum eru virkin í samkomum. Fleiri hava tað áskoðan at homosexualitetur er bannaður sambært Bíbliuni og m.a. formaðurin í Miðflokkinum, sum eisini er framstandandi prædikumaður, hevur alment sagt at homusexualitetur kann grøðast eins og vanligar sjúkur.
Hvat lærir Bíblian um homusexualitet?
Vit kunnu í dag ikki ímynda okkum tað samfelag, sum var í elstu tíðini, ið verður umrødd í Gamlatestamenti. Meðan Ísraelsfólk reikaðu runt í oyðimørkini, har hvør dagur var ein bardagi fyri at yvirliva, var ikki gjørligt at seta fólk í fongsul ella á annan hátt samansjóða lógbrótarar aftur við vanliga fólki.
Ein hvør sum veik frá tí sum kundi góðtakast var antin steinaður ella sendur í útlegg.
Gamla testamenti áleggur deyðarevsing fyri manndráp, álop á ella vanvirðing av foreldrum, gíslatøku, fyri at hava ábyrgd av kríatúri sum førir til deyða á onnur, gand, samlegu við djór, arbeiða halgidag, incest, ótrúskap, homosexualitet, skøkjulevnað, blasfemi, følsk profeti, rangan vitnisburð í rættarmálum, og fyri kvinnur sum siga ósatt um hvørt tær hava vita av manni áðrenn giftu.
Jesus viðgerð ikki homosexulitet, men hann fordømir alt slag av kynsligum ólevnaði.
Orð Paulusar til samkomuna í Korint, verða ofta nevnd í samband við fordøming av samkyndum:
……Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds. ….. 1. Kor. 6, 9-11.
Hyggja vit eftir ymiskum bíbliutýðingum sæst at hesi orðini eru umsett sera ymiskt.Fara vit í upprunaliga tekstin sum Paulus skrivaði á grikskum, so síggja vit at orðið ”horkallar” í týðing Victor Danielsen’s ella ” malakos” sum Paulus brúkar , merkir ”mjúkur at nema” og varð brúkt sum myndatala tá sipað varð til ” catamite “ sum vóru dreingir sum vóru brúktir, sum sex trælir, ella livdu sum skøkjur – í hesum føri umsett til horkallar.
Victor umsetur víðari:
” …sum lata seg brúka til synd móti náttúruni…”
Dansk Bibelselskab brúkar orðingina:
”… eller mænd, der ligger i med mænd,…”
King James týðingin á bretskum máli skrivar:
” nor abusers of themselves with mankind….”
Ein av nýggjaru ensku týðingunum skrivar:
”… nor men who practice homosexuality,…”
Upprunaliga orðið sum Paulus brúkar er
”arsenokoites” sum beinleiðis merkir “sodomite” sum verður brúkt um persónar, sum hava ymisk slag av ónatúrligari samlegu, og serliga samkyndari samlegu.
Homosexualitetur er nevndur tvær aðrastaðni í nýggjatestamenti, Róm. 1, 25-26 og 1. Tim. 1, 8-10.
Aftur her er tað brúkt saman við ótrúskapi -og hetta er einastu ferð nýggjatestamenti sum umtalar samlegu millum kvinnur.
Róm. 1, 25-27
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni.
Og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Tað verður ofta sagt at bíblian bólkar samkyndq samlegu, sum at ganga móti náttúruni, men í veruleikanum viðgerð bíblian ikki evni men hinvegin evni har hetta verður bólkað saman við ”stóru” ella ”høvuðs” syndunum.
Jesus tosar als ikki um tey samkyndu og heldur ikki verða samkynd ella samkynd samlega nevnd í teim tíggju boðunum í gamla testamenti. Til samanberingar kunnu vit nevan at aðrar syndir nevnir Bíblian fleiri ferðir.Hatur verður nevnt 21 ferðir, falskur vitnisburð 30 ferðir, girnd 40 ferðir, stuldur 42 ferðir, ótrúskapur 52 ferðir, dráp 58 ferðir, sjálvrættvísið 79 ferðir, skurðgudadyrkan 169 ferðir.
Staðfestast kann at tær ávaringar, sum finnast í Bíbliuni móti samkyndum, eru altíð knýttar at brotum á tær grundleggjandi meginreglurnar sum eru í Bíbliuni.
Bíblan ávarðar ímóti homosexualiteti í samband við kúving ella tá hetta gongur út yvir onnur, sum t.d. ótrúskapur, neyðtøka, skøkju levnaður ella í samband við barnalokking.
Nýggja testamenti og homosexualitetur
Tað er neyvan nakar sum kann ivast í orðum Paulusar til samkomuna í Rom, har hann sera greitt skrivar at homosexualitetur er ein partur av menniskja likaminum, og at hetta kom inn við syndafallinum.
Róm. 1,21
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Róm. 1,24
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Róm. 1,26 og 27
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni.
Og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var…….
Tað er altso skaparin sjálvur, sum hevur latið menniskju upp til at verða samkynd.
Bíblian, hjúnarlag og menniskja
Tað er púra greitt at bíblian viðger bara spurningin, um hjúnarlag millum mann og kvinnu. Hjúnarlag í skriftunum er einans millum mann og kvinnu, og samkynda parlagið er als ikki viðgjørt. Bíblian hvørki bannar,ávarar ella viðmælir hesum.
Tað er eisini skeiv fatan at bíblian leggur hatur á tey samkyndu ella leggur upp til tað.
Paulus leggur dent á at ØLL menniskju – íroknað Paulus sjálvur, er undirlagd einum likami sum ikki kennir lóg Guðs.
Í 7. Kap. í rómarabrævinum:
Tí eg veit, at í mær – í holdi mínum – býr einki gott; viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur. Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg. Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, so er tað ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr. So finni eg nú ta lóg hjá mær – eg, sum vil gera hitt góða – at hitt illa er mær hjástatt. Tí eftir hinum innara menniskja mínum havi eg hug til lóg Guds; MEN í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir móti lóg sinnis míns og tekur meg til fanga undir lóg syndarinnar, sum í limum mínum er.
Arma menniskja mítt! Hvør skal fría meg frá hesum likami deyðans. Gudi veri tøkk við Jesusi Kristi, Harra okkara! So tæni eg tá sjálvur við sinninum lóg Guds, men við holdinum lóg syndarinnar……
Eingin munur á menniskjum.
Paulus ger í Rómverjabrævinum greitt at eingin munur er á menniskjum. Øll mannaættin er fallin og likam og nátúran í menniskjanum er dømd til undirgang.
Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd. Men nú er – uttan lóg – rættvísi Guds opinberað, hon, ið vitnað er um av lógini og profetunum, rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva. Tí eingin munur er øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;……
Hetta er ein meginregla í læru Jesusar og í nýggjatestamenti. Meniskja kann ikki arva ríki guds.
Í brævi til samkomuna í Korrint, skrivar Paulus:
…Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið, vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum, ótu allir sama andaliga mat og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum – og kletturin var Kristus. Tó hevði Gud ongan tokka til flestar av teimum; teir vórðu jú slignir niður í oyðimørkin….
Enntá Móses, sum ofraði sítt lív í tænastu fyri Harran og guds fólk, slapp ikki inn í lovaða landið og soleiðis er við okkm menniskjum. Øll eru undir sama dómi. Tí er sera trupult at síggja at kynslívið hjá menniskjum hevur nakran týdning – tí tað hevur tað ikki.
Vit eru í somu støðu sum røvarin á krossinum, sum var skyldigur til deyðan. Hann hevði ongar møguleikar at broyta lív sítt men hann fann náði hjá Harranum, tí hann trúði og setti sítt álit á Hann.
Hjúnabandslógin og politikkur
Í løtuni liggja tvey uppskot í løgtinginum, sum snúgva seg um rættindini hjá samkyndum at giftast. Annað gevur rætt at giftast og at fáa kirkjuliga signing av hjúnalagnum og hitt snýr seg um at skiljast.
Tá uppskotini vórðu løgd fyri tingið var stórur dentur lagdur á, at talan skuldi bara vera um borgarliga giftu, og at hetta hevði einki við kirkjur og samkomur at gera. Eitt triðja uppskot skuldi tryggja hetta, men tað uppskotið er nú tikið aftur.
Í viðmerkingunum til uppskotið sum er tikið aftur, skrivaðu tær fýra løgtingskvinnurnar sum løgdu uppskotini fram, at talan var um eina neyðuga fylgibroyting til broytingina í hjúnabandslógini, tí ætlanin var ikki at broyta kirkjuligu vígsluna.
Men nú er uppskotið tikið aftur, og sambært stjóranum á løgtingsskrivstovuni er eingin ivi um, at um tey bæði uppskotini sum nú liggja í løgtinginum verða samtykt, so hevur kirkjan loyvi at signa samkynd pør, eftir at tey eru gift borgarliga.
Hetta setur fleiri tinglimir í samgonguni í eina keðiliga støðu, tí fleiri av teimum hava sagt, at tey taka undir við uppskotinum, um tað ikki fer í kirkjur og samkomur. Nú verða hesi meira ella minni kroyst til at taka undir við einum uppskoti, sum fer inn í kirkjurnar.
Løgtingsskrivstovan brúkti langa tíð í heyst til at finna eina orðing, ið livdi upp til ætlanina hjá uppskotssetarunum um at tað skuldi ikki inn í kirkjur og samkomur. Millum annað tí virkar tað løgið, at somu uppskotssetarar nú hava vrakað arbeiðið hjá løgtingsskrivstovuni, hava tikið uppskotið aftur, men royna kortini at selja tað endaliga produktið sum eina ætlan, ið ikki skal inn í kirkjurnar.
Hví skrivaðu tær soleiðis í viðmerkingunum til triðja uppskotið: ” Talan er um neyðuga fylgibroyting til broyting í hjúnabandslógini, har ætlaðu broytingarnar snúgva seg um borgarliga vígslu, og sostatt ikki kirkjuliga vígslu. Ásetingin staðfestir, at tað, eins og siðvenja er, framvegis bert eru fólk av ymiskum kyni, sum verða vígd ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum.”
Hvat skuldu hesar viðmerkingarnar brúkast til, um úrslitið verður tað sama, tá hetta uppskotið ikki er við?
Verður uppskotið samtykt í løgtinginum, so er bara eftir hjá kirkjum og samkomum at gera mannagongdir fyri gifting ella samkyndari vígslu. Løgtingið hevur við ætlaðu samtyktini avgreitt málið og lógarfest samkynd hjúnarvígslur. Alt annað er uttanumtos.
Løgtingslimir ráða sær sjálvum
Í stýrisskipanarlógini stendur greitt tilskilað
í § 23:
Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.
§ 24:
Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri. Eingin løgtingsmaður kann uttan samtykki tingsins verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur sagt innantings.
Ført verður mangan fram at politiska skipanin er bundið av altjóða sáttmálum og avtalum, men umráðandi er at bíta merki í at hetta er ikki galdandi fyri støðutakan hjá løgtingslimum – teir eru einans bundnir av síni egnu sannføring.
Jesus gjørdi sær ómak fyri ikki at blanda seg uppí politikk
Tað er eyðsæð og eisini sera vandamikið at politikarar ella prædikumenn o.o. taka samkomur og kirkjur til fanga – serliga í nevnda máli. Tað er eisini skeivt at siga at lógarbroytingin sum liggur í tinginum kunnu samtykkjast uttan at hetta far ávirkan á Fólkakirkjuna.
Við at brúka skriftirnar í orðaskiftinum um hvat løgtingið skal samtykkja ella ikki hava prestar og samkomuleiðarar í veruleikanum tikið skriftina til fanga í einum politiskum spæli og líkamikið úrslitið verður stóri taparin júst boðskapur Kristusar um ríkið Guðs ogfrælsið til øllhar eingin munur er á monnum.
Trupult er at síggja hvat kjølfesti er í skriftunum tá politikarar, prestar ella prædikumenn gevafólkinum fatan av at støðutakanin hjá Løgtinginum kann fáa svávul at regna oman yvir føroyska samfelagið. Hetta er beinleiðis tvætl og skaðiligt fyri boðskap Kristusar, sum í síni samtíð gjørdi sær stóran ómak ikki at blanda seg í politikk, hóast greitt er at hann hevði stóran áhuga fyri politikki.
Og grundin til hetta er at boðskapur hansara var um eina nýggja politiska skipan og stýri, sum hann sjálvur ein dag skal seta á stovn á jørðini. Ikki eina skipan sum verður skapt av mannaættini. Jesus tosar um eina nýggja politiska skipan, sum faðirin ”Eg Eri” sjálvur skal grundað og sum endiliga ferð at skapa frið í øllum heiminum.
Tá Jesus hevði metta 5.000 fólk vóru tey so bergtikin av evnum hansara at mannfjøldin ætlaði at taka Jesus og krýna hann kong – men Jesus slepti sær undan teimum og fór einsamallur til fjalls. (Jóh. 6,15)
Tað er púra greitt at Jesus var somikið væl avhildin av fólkinum at hann kundi gjørt uppreistur og broytt samtíðar politisku skipanina – men ístaðin valdi hann fullkomiliga at halda seg burtur frá politikki.
Jesus sjálvur sker hetta út í papp tá hann stendur framman fyri Pilatusi:
Pilatus fór nú inn aftur í borgina, kallaði Jesus fyri seg og segði við Hann: “Ert Tú kongur Jødanna?”
Jesus svaraði: “Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?”
Pilatus svaraði: “Eri eg Jødi! Fólk Títt og høvuðsprestarnir hava givið Teg upp til mín; hvat hevur Tú gjørt?”
Jesus svaraði: “Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.”
Hóast JESUS var føddur til at gerast kongur, ger hann greitt at hansara ríkið hevði einki við samtíðar politikk at gera – og tí er enn truplari at síggja hví Jesus skal brúkast til at fremja politikk á okkara døgum.
Hóast Jesus er greiður í talu, eru tað mong sum gjøgnum tíðirnar og ikki minst á okkara døgum, royna at arbeiða politiskt fyri at skapað eina menniskjaliga – og haravið eina ófullkomna og uttan iva skirvisliga og skeiva útgávu av ríki Guðs – ein roynd sum frammanundan er dømd at miseydnast.
Roynt verður at gera politisku skipanina gudiliga – hóast nýggjatestamenti lærir at tá Jesus kemur aftur verða dagsins politikarar koyrdir frá valdinum:
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp…….
……. tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: “Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!”
……. Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár…..
Kristin eiga at virða einhvørja yvirvøld
Boðskapur bíbliunnar er púra greiður tá talan er um politikk og Kristindóm.
Paulus skrivar til samkomuna í Róm:
…..Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gud – so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín……
Í Titusarbrævinum leggur Paulus aftur dent á hetta:
… Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk, ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri……
Í 1. Brævi Pæturs stendur:
….. Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera!
Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna – sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!
Tað er púra greitt at ríkið Kristusar verður ikki skeikla ella ávirkað av lógarsamtyktum í løgtinginum – og tó verður júst hetta samantvinnað, nú ætlanin er at geva samkyndum rætt til borgarliga vígslu. Og tað er greitt at tá samkomu leiðarar og onnur fólk við fólksligum myndugleika, sum prestar og prædikumenn leggja hetta út til at verða heimsins endi er okkurt sum ikki ruggar rætt.
Tey sum siga hetta hava ikki grundarlag í skriftunum – men skapa ótta millum kristin.
”Fyrstur at læta lív í kríggj er sannleikin…” er eitt orðafelli sum mangan er endurgivið og nú politisku partarnir í longri tíð hava fyrireika seg til bardaga – er tað politiskt vald sum stendur uppá spæl.
Og í hesum menniskja bardaganum eru tey kristnu bert eitt vápn í bardaganum.
Stóri taparin tá bardagin er liðugur – er altíð samkoma Guðs – og menniskju, sum í enn størri tali fara at venda sær frá Kristusi.
John William Joensen




