Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíligari vørur í Z Sport

Oliver Joensen

Tað sigur Bertha Klein Olsen, sum er sera spent uppá nýggju samstarvsketuna hjá Z Sport, ið fer at síggjast aftur í Z Sport um helt stutta tíð.

Tá Norðlýsið spyr Berthu Klein Olsen um summarkollektiónina, so er hon ikki í iva. Summarlitirnir eru ljósir og lættir, pastelllitir eru gjøgnumgangandi,

Sniðini broytast eisini spakuliga, men hinvegin, tá talan er um ítróttarklæði, so eru ymsu sniðini sjálvandi tengd at ítróttini tey eru ætlað til, so tú sært nógv ymiskt í Z sport, tá tosað verður um snið.

Vit handla við ítróttar- og frítíðarklæðum, barnaklæðum og skógvum , so vit raka ógvuliga breitt. Eg vil siga, at øll sum koma inn í Z Sport finna okkurt til sín sjálvs.

Ikki at tala um børnini, vit hava fingið hópin av sera fittum og snøggum barnaklæðum, so eg haldi at allar mammur áttu at komið inn at fregnast, tí úrvalið er stórt.

Merkini, ið selja best hjá okkum eru kanska Adidas, Hummel, Asics og Nike.

Tá tað kemur til skógvar, so hava vit eisini eitt sera stórt úrval, og til summarið er tað meira skógvurin í stjelur myndina, heldur enn styvlin. Tó, tann stutti styvlin kemur helst aftur, tá vit einaferð í heyst fara at nærkast vetrinu.,

Stutt kann eg siga, sigur Bertha Klein Olsen at enda, at summarklæðini eru løtt, ljós og litrík.