Stuðulin til politiska upplýsing verður útgoldin til flokkarnar eftir atkvøðutali og tí fáa teir minstu flokkarnir eisini minst av pengum. Høvdu allir fingið líka so var ikki neyðugt við fleiri pengum frá løgtinginum, men sum skipanin er verður tað trupult hjá nýggjum valevnum, sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum
Stuðulin til politiska upplýsing verður útgoldin til flokkarnar eftir atkvøðutali og tí fáa teir minstu flokkarnir eisini minst av pengum. Høvdu allir fingið líka so var ikki neyðugt við fleiri pengum frá løgtinginum, men sum skipanin er verður tað trupult hjá nýggjum valevnum, sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum
Roknskapurin hjá Miðflokkinum var ikki latin løgmannskrivstovuni fyrr enn 24. Juni sum er tveir mánaðar ov seint eftir áseting í løgtingslóg um politiska upplýsing. Í fjør gav raksturin eitt hall uppá kr. 12.3433,- og í ár er yvirskot, nevniliga 99.644,-
Á løgtingsvalinum fekk flokkurin 6,3 % og seinasta veljarakanning gav flokkinum 4,8 %.
Miðflokkurin hevur størstu afturgongdina av teim trimum samgonguflokkunum – nevniliga 2,5%.
Og nú eitt ár er til løgtingsval eru einans 56.040 kr. í tøkum peningi í flokks kassanum. Bankaskuldin er tó um at verða útgoldin og var lán sum flokkurin tók til valið í 2011 einans 45.590,- pr. 31/12 – 2013.
So Miðflokkurin noyðist eins og fleiri av hinum flokkunum at finna fígging til valstríð og tað er vorið alt meira vanligt at valstríðið er fíggjað við lántøku í peningastovni ella av privatum ella valevnum sjálvum.
Áttu at spart plakatir og lýsingar burtur
Høvdu allir fingið líka so var ikki neyðugt við fleiri pengum frá løgtinginum, men sum skipanin er verður tað trupult hjá nýggjum valevnum, sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum
Eftir fíggjarætlanini hjá flokkinum eiga vit einar 300.000 kr. um val verður sum ætlað um eitt ár. Sostatt mugu vit eisini sum hini árini lána einar 200.000 kr. til valstríð.
Flokkurin hevur ikki pengaorku til stór tiltøk og kunningarherferðir og tað er greitt at av tí at upphæddirnar eru so lítlar sum koma frá løgtinginum hevur flokkurin ongar møguleikar at veita stuðul og hetta rakar sera hart tey nýggju valevnini. Vit sum eru í løgtinginum hava tí ein stóran fyrimun framum tey sum royna seg fyri fyrstu ferð.
– Vit eiga at umhugsað um ikki allir flokkar skuldu spart valplakatirnar burtur og ikki havt lýsingaherferðir, sum gera lítið og einki við fólkahugsanina – men øsa flokkarnar upp til at brúka alt ov nógvar pengar.
– Men sjálvandi lýsingafyritøkurnar vildu neyvan verið peningini fyriuttan, men eg trúgvi at politiska skipanin kundi verið baði lýsingar og plakatir fyriuttan.
Hetta hevði gjørt tað óneyðugt við fleiri pengum til ”politiska upplýsing”.




