Í fleiri donskum miðlum verður í dag skrivað um Royal Run hjá Hansara Hátign, Fríðriki krúnprinsi. Onkur av hesum miðlunum umrøðir Klaksvík sum “en helt særlig by”. Og tað er ikki uttan orsøk. Klaksvík er nevniliga 14 ferðir minni enn tann næstminsti býurin, sum hevur verið ella fer at verða vertur fyri Royal Run.
Tað er ikki farið framvið hjá donsku miðlunum at krúnprinsurin hevur valt relativt lítla býin Klaksvík við einans 5.196 íbúgvum til at seta hol á Royal Run 2019 í.
Fyrr hevur krúnprinsurin einans runnið í fimm teimum størstu donsku býunum. Í fjør vóru tað Odense og Esbjerg umframt teir fýra stóru frá í ár, nevniliga Keypmannahavn, Frederiksberg, Aarhus og Aalborg. Felags fyri allar hesar býirnar er, at teir hava hvør sær eitt fólkatal, sum er hægri enn íbúgvaratalið í øllum Føroyum. Tann minsti av teimum, Esbjerg, hevur 72.398 íbúgvar.
Tað er tí eitt stórt undantak, krúnprinsurin ger, tá hann á Norðoyastevnu fer í renniskógvarnar og umframt at renna kring um í sjálvari Klaksvíkini enntá rennur út á Oyrar (eisini rópt Norðoyrar) og aftur.
Fleiri boð eru um orsøkina til, at krúnprinsurin ger hetta undantakið til sínar stórbýarrenningar, men orsøkin sum verður nevnd í yvirskriftini er púra røtt. Klaksvík er ein heilt serstakur býur.



