Stór ókeypis bilaframsýning verður í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin 4. og sunnudagin 5. mai kl. 14 – 21. KÍ-høllin er longu stúgvandi full av snotiligum bilum. Talan er um so nógar bilar, at neyðugt er eisini at taka part av Badmintonhøllini í brík til bilaframsýningina.
Bilstevna og familjutiltak í Klaksvík
Stór ókeypis bilaframsýning verður í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin 4. og sunnudagin 5. mai kl. 14 – 21. KÍ-høllin er longu stúgvandi full av snotiligum bilum. Talan er um so nógar bilar, at neyðugt er eisini at taka part av Badmintonhøllini í brík til bilaframsýningina.
Tað er felagið Fegin, sum skipar fyri tiltakinum í tøttum samstarvi við deildina hjá Eik í Klaksvík, Svimjihøllina, KÍ- og Badminhøllina.
Samstundis verður lagt upp til eitt størri ókeypis endabrak fyri Heilsuvikuni leygardagin í Badmintonhøllini kl. 16, har flest øll venjingar- og ítróttarfeløg kunna um teirra virksemi.
Norðoya Apotek bjóðar heilsukekk við m.ø. blóðtrýstkanningum, BMI, koliltumátingar. Sjónám greiðir frá brúk av hjartastartara og mangt annað er eisini á skránni.
Kl. 17 verður heiðursmerkja- og steypahandanin fyri ½ Marathonvinnarunum í Badmintonhøllini – eisini er tónleikur og okkurt leskandi á skránni.
So tað verður lagt upp til ein spennandi dag og vikuskiftið í Klaksvík, har tú eisini kann fara í svimjihøllina og vera við til økukapping og heilsa uppá stóra høgguslokkin.
Sunnudagin ferð Norðoya Gongufelag túr norður í Starndadal.




