Beint fyri middag fór ein bilur hjá Farmaleiðum útav vegnum við Rættargøtu.
Førarin á einum farmabili var so óheppin at fara útav vegnum beint fyri middag fríggjadagin. Bilurin var á veg omaneftir einum lítlum síðuvegi til Rættargøtu, við nøkrum vørum, tá bilurin tók meira og meira ferð á, sjálvt um bilførarin royndi at bremsa.
Førarin dragaði tí róðrið fyri ikki at fara við fullari ferð omanav vegnum og oman í nýggja ringvegin, sum júst verður gjørdu niðanfyri. Um hetta hevði hent, so kundi stórur skaði staðist.
Av tí at førarin dragaði bilinum, kom hann tvørur á vegum og rendi á galvin á einum húsum, sum standa beint við vegin. Ávegis inní húsini breyt bilurin ein garð.
Førarin helt, at óhappið hendi, tí at bremsurnar ikki kláraðu at halda bilinum og góðu eftir.
Menn sum komu á staðið beint eftir óhappið, roknaðu við at tað fór at verða trupult at fáa stóra bilin uppá rætt aftur.
Beint eftir middag vóru boð send eftir tveimum bilum hjá Elmar Zachariassen fyri at toga bilin uppaftur.
Tvær tær fyrstu royndirnar miseydnaðust, tí at stropparnir slitnaðu. Triðju royndina bar betur til, og varð bilurin togaður uppá rætt aftur og fingin niðan á vegin aftur.
Farmabilurin for beinanvegin til lastbilaverkstað fyri at fáa nærri greiðu á hvør orsøkin til óhappið var.
Eingin mannskaði stóðst av óhappinum.




