…lendi á øllum fýra og bóltaði síðani runt og steðgaði á sjálvari eggini.
Bilførarin, ein ung kvinna, er í løtuni til kanningar á sjúkrahúsinum.
Hon megnaði sjálv at koma út úr bilinum og ganga niðan á vegin og ringja eftir hjálp.
Av politistøðini verður sagt at bilførarin er sloppin sera væl frá hendingini.
– Vegurin til Viðareiðis er asvalteraður ofta og tí stendur bilverjan munandi lægir mótvegis vegbánanum – enn tá hon upprunaliga var sett upp.
– Jeepurin er høgur og tí er hann farin upp um bilverjuna og oman móti bakkanum.
– Í løtuni kanna vit málið, men eingin orðsøk er í løtuni at halda at ov nógvur fartur var orðsøkin. Heldur er talan um ósketni og óhepnar umstøður.
Sí livandi myndir frá ástaðnum við at trýst her!




