Ódnarveðri leygarkvøldi gjørdi stóran skaða á sparkivøllin við Mýruveg
Í ódnarveðrinum leygarkvøldið bóltaði ein 20 fót bingja inn á sparkivøllin við Mýruveg. Bingjan hevur staðið tjóðra við betongklossum einar 10 metrar longurin norði. Sum tað sæst á myndini, so er girðingin illa farin og helst hevur vøllurin eisini fingið skaða. Hvirlurnar hava eisini fingið undir graslíki ymsa staðni á vøllinum, so helst verður neyðugt at umvæla allan vøllin. Enn er ikki greitt nær skaðarnir verða umvældir. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum eigur vøllin.




