Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Biskupstorg miðdepilin um “Slóða fyri”

Oliver Joensen

Nógv forvitnisligt var at síggja í kjallaranum á Biskupstorgi í dag. Ungdómstiltakið HÙSIÐ við Beintu Gregersen sum leiðara, hevði fleiri sera forvitnislig og áhugaverd átøk í niðanstu bædd á Biskupstorgi. Hetta vóru tiltøk, sum ungdómurin í Húsinum hevði fyriskipað, millum annað kundi tú umbýta klæðir, har vóru listaverk, fyribrigdið “Oyðsl” var á skránnið og annað mangt.

Á bókasavninum var fyrilestur og rusklistaframsýning sum barnagarðar høvdu skipa fyri og tekningar hjá 4. floks næmingum.

Nógv annað var eisini á skránni í dag, millum annað súklutiltak fyri øll, sum FNU og Rynkeby skipaðu fyri eins og tú kundi keypa vistfrøðiligar matvørur og tiltakið “kom og planta títt egna grønmeti” undir vegleiðing av Fridu Klakstein. Norðlýsið royndi seg saman við Fridu at gróðurseta radisur. So fáa vit at síggja hvussu leikur fer.