Nú Biskupstorg er við at taka form, sæst, at hetta heilt víst verður eitt áhugavert frambrot í miðbýnum í Klaksvík.
Enn er økið uttanum nýggju íbúðirnar eitt byggipláss, men longu nú sæst at bygningurin sjálvur fer at taka seg væl út.
Andras Róin, stjóri á Bústaðir, ið stendur fyri ætlanini sigur, at hann vónar at arbeiðið verður liðugt í mai mánaða. Tó, vit vilja ikki ov tíðliga luta íbúðirnar út til okkara limir, tí um einhvør seinkan skuldi verið, so setir tað ofta fólk í húsaneyð, tí tey kanska hava selt síni hús, ella sagt bústað sín upp, tí tey skuldu flyta inn til ein dato, ið ikki helt.
Vit bíða til alt er liðugt, eisini økið uttan um, soleiðis at hetta ikki verður eitt byggipláss, eisini tá fólk flyta inn. Um kostnaðin av byggingini, sigur Andras, at tað sær út til at kostnaðurin fer at halda hóast byggingin er seinkað útivið 3/4 ár, orsakað av ymiskum viðurskiftum. Men nú er komið upp undir land, sigur Andras Róin at enda.














