Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni A. Bjarnason nýggur formaður í Atlantic Airways

John William Joensen

Tað ljóðar at vinnumálaráði kannar møguleikarnar at stevna nú skjótt fyrrverandi nevndarlimunum í Atlantic Airways, fyri teirra leiklut í nógv umtalað partabrævamálinum

Í morgin verður aðalfundur í Atlantic Airways og tá verður nevdin vald av nýggjum og sum skilst verður Bjarni Bjarnason nýggjur formaður í Atlantic Airways. 

Umframt hann verður ein fyrrverandi stjóri í SAS (red.: kenna ikki navnið í skrivandi løtu) , Petur Eiriksson og Kaj Jóhannesen. Eisini verða umboð fyri starvsfólkini í Atlantic Airways vald í nevndina.

Sostatt er greitt at baði formaðurin, Christian Andreasen og næstformaðurin Eyðun Jacobsen verða frákoyrdir og sum skilst er ikki óvist at nógv umtalaða partabrævahandilin millum nevnd og stjørn felagsins far eitt eftirspæl. 

Frá álítandi keldum frætta vit at arbeitt verður við at kannað møguleikar fyri at stevna fyrrverandi nevndarlimunum fyri teirra leiklut í nógv umtalaða partabrævahandlinum – tá nevndin í felagnum avgjørdi at felagið skuldi hjálpa leiðslu felagsins við privatum fíggjarligum trupuleikum. 

Sambart vælvitandi keldum verður leikluturin hjá fyrrverandi næstformanninum kannaður, tí felagið, sum hann umboðaði í nevdini, hevur samstundis verið ein av størstu samhandilspartnarunum hjá flogfelagnum.

Aðalfundurin í Atlantsflog verður í morgin og sum Norðlýsið skilir hevur nýggja nevndin fult álit á stjóranum í felagnum og tí verður ikki roknað við broytingum í leiðsluni. 

Ivasamt er tó um útlitini hjá felagnum – tí avbjóðingarnar eru stórar  hóasat stór yvirskot seinastu árini. Felagið eigur í dag flúgvarar sum vantandi mugu endurnýggjast í nærmastu framtíð.