Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjarni Hammer: – Tað er ongin semja um ferðaseðlaprísirnar

Jóhann Lützen

– Okur fara aldrin at góðtakað at prísirnir hækka á Suðuroyarleiðini, sigur Bjarni Hammer við Norðlýsið.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður er í mótvindi fyri tíðina. Hann hevur loypt øði í samgongulim, sum var klárur við missáliti á hann, orsakað av væntandi politiskum handalagi í mun til ferðaseðlaprísir hjá Strandfaraskipum Landsins. 

Í morgun varð fundur og komin av fundi kundi Dennis Holm siga við Kringvarpið at nú var nýggj prísskipan funnin, sum samgongan er samd um. 

Men tað er samgongan ikki. 

Bjarni Hammer sigur við Norðlýsið, at hvørki hann ella Hendrik Old, sum báðir eru samgongutinglimir, góðtaka nýggju skipanina.

– Okur fara aldrin at góðtakað at prísirnir hækka á Suðuroyarleiðini, sigur Bjarni Hammer við Norðlýsið.