Í Fuglafirði verður nógv gjørt burturúr vikuskiftinum, tá jólatrøini verða tendrað og jólaperurnar í býnum lýsa. Seinastu árini hevur hetta hugnaliga vikuskifti fingið heiti Ljós advent, men í ár verða trøini tendrað, áðrenn adventin byrjar, og tí kallast tað Ljós undan advent.
Í ár fellur Bjartur fríggjadagur sama vikuskifti, so hetta verður av sonnum eitt Bjart vikuskifti. Á vetri eru dagarnir ofta so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað sum er ljóst, heldur enn á tað, sum er svart. Tí kallast sonevndi Black Friday heldur Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði.
Spennandi handlarnir, sum liggja sum perlur á rað, hava leingi opið bæði fríggjadag og leygardag við góðum avsláttri.
Í Ribarhúsi verður hugnaligur jólamarknaður við góðum heimavirkaðum og jólaligum vørum fríggjadag til sunnudag, eins og hugnaliga kaffistovan og Piddasahandil eru opin. Fríggjadagin kl. 17 verður hekklaða jólatræið tendrað kl. 17, tá VEGA eisini syngja.
Á loftinum í Ribarhúsi eru kreativar verkstovur: leygardagin vitjar ELVA leirkafé og sunnudagin vitjar kria.kafe við smúkkuverkstaði. So her ber til at gera vakrar jólagávur – ella okkurt til sín sjálvs.
Jólatrøini í kommununi verða tendrað leygardagin 25. nov.:
- Kl. 16 á Hellunum, har ein dussur verður at fáa í Bønhúsinum
- Kl. 17.30 á torginum á Kambsdali og
- Kl. 18 á torginum við Mentanarhúsið, har Silvi eisini vitjar og kaféin er opin
Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Birna Abrahamsen heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum.



