Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjartalíð frá byrjan á U21 landsliðnum

Jákup Ósá

Ein annar KÍ leikari er nú eisini partur av U21-landsliðnum umframt Jóannes Bjartalíð.

Mikukvøldið spælir U21 landsliðið á Svangaskarði fyrsta EM undankappingardystin fyri nýggja ættarliðið á U21 landsliðnum.

U21 landsliðið hevur fyrireikað seg seinastu vikuna til landsdystin á Svangaskarði mikudagin móti Aserbaijan. Í síðstu viku spældi liðið venjingardyst móti einum blandaðum Effo/1.deildarliðið hjá NSÍ, har U21 landsliðið vann 8-0.

Útskiftingin á U21 landsliðnum, nú tveir árgangir eru blivnir ov gamlir, hevur verið stór. Tí av teimum sum hava royndir, ið ikki eru ov gamlir, so hava nærum allir givið avboð. M.a. teir eru Brandur H. Olsen, Sonni Ragnar Nattestad, Ári M. Jónsson og Hørður Askham. Og uppundir dystin gav Hallgrím G. Hansen eisini avboð og fyri hann er komin KÍ málverjin Fríði Sigurðsson.

Venjingarnar hjá U21 landsliðnum seinastu dagarnar hava givið eina ábending um, hvussu uppstillingin sær út. Og fyri klaksvíkingar er áhugavert, at 18 ára gamli Jóannes Bjartalíð er millum teir, sum byrja inni.

Skal ein gita um uppstillingina, um útgangsstøðið verður tikið í venjingunum, so kundi liðið sæð soleiðis út:

Málverji: Elias Rasmussen

Høgri Bakkur: Leivur Joensen

Miðverji: Poul N. Mikkelsen

Miðverji: Andrias H. Eriksen

Vinstri bakkur: Benjamin Heinesen

Sentralur miðvallarleikari: Jonas G. Hansen

Sentralur miðvallarleikari: Haraldur R. Højgaard

Álopskendur miðvallarleikari: Hákun Edmundsson

Høgri vongur: Jóannes Bjartalíð

Vinstri vongur: Patrik Johannesen

Álopsleikari: Poul Ingason

Fyrivarni skal takast við uppstillingini, tí liðið verður ikki kunngjørt fyrr enn mikudagin.

Landsdysturin á Svangaskarði mikudagin byrjar kl. 17.00. Atgongumerkið kostar 50 kr. (Dagført kl. 22.50: FSF hevur nú avgjørt, at tað verður ókeypis atgongd fyri øll til U21 landsdystin)

Harleywoodpaint