(Andorra) – Fái eg spælitíð, so eri eg klárurat taka av, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.
Jóannes Bjartalíð letur væl atfyrireikingunum seinastu dagarnar í Andorra. Lars Olsen vil ikki avvísa, at vit fáa onkra debut í kvøld og hendur tað, so er Jóannes Bjartalíð kanska størsti favoritturin til spælitíð.
– Hetta er stuttligt at royna. Vit livasum professionellir hesar dagarnar. Tað er stuttligt og læruríkt.Støðið undir venjing er høgt, har fleiri leikarar eru íhópinum, ið spæla uttanlands og ein sær undir venjing, hví soer. Tað hevur gingið hampiligt undir venjing. Eg eri øgiliga vælfyri í løtuni og klárur, um eg fái møguleikan, sigur JóannesBjartalíð við Norðlýsið.




