Í dag er fullmáni klokkan 13:52 og mánin er næstur jørðini. Men tað serliga hesaferð er, at mánin er óvanliga nær jørðini.
Fjarstøðan millum jørðina og mánan broytist alla tíðina, og tá tað passar so, at mánin er næstur jørðini samstundis sum fullmáni er, ávirkar tað styrkina á mánalýsinum.
Í dag er fullmáni klokkan 13:52 og mánin er næstur jørðini. Men tað serliga hesaferð er, at mánin er óvanliga nær jørðini. Sambært National Geographic skulu vit heilt aftur til 1948 fyri at síggja ein fullmána, sum hevur verið so nær jørðini.
Fullmáni sum er næstur jørðini kann vera 14 prosent størri og 30 prosent bjartari enn ein vanligur fullmáni.
Stóri spurningurin er, um vit fara at síggja mánan í kvøld. Sambært DMI verður yvirskýggjað og regn um okkara leiðir í kvøld, men tó fer at klárna nakað seinni út á kvøldið.




