Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

klaksvik.fo

Tað er staðbundna nevndin fyri Svínoy, saman við Karl Johansen, borgarstjóra, ið bjóðar bygdafólkunum á fund. Fundurin verður í Gamlagarði 3. mai kl. 13.00.

 

Fyrr um dagin hevur staðbundnanevndin ein regluligan fund. Eftir tann fundin verður høvið hjá svínoyingum at hitta staðbundnu nevndina í Gamlagarði.
Á skránni fyri almenna fundin er m.a. kunning um bygdaætlanina, vetrarfriðing av bygdini, asfaltering av kommunalum vegum og annað.

Øll eru hjartaliga vælkomin