Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bjørgvin fekk hemara á línuna

Jóhann Lützen

Hemarin vigaði 209,5 kg í livandi vekt og 149,5 kg í kruvadari vekt.

 

Tá Bjørgvin var á útróðri í nátt fingu teir 7.500 pund, ein góður túrur. Prísurin er eisini góður fyri tíðina. 

Tað sum gjørdi túrin forkunnugan var at teir fingu ein hemara á línuna. Hann vigaði 209,5 kg í livandi vekt og 149,5 kg í kruvdari vekt.

Teir siga at hemarar síggjast títt og ofta undir, tá drigið verður. 

Alt í Fisk nethandilin hevur keypt hemaran og fer at lýsa í næstum nær vælsmakkandi hemarabúffar kunnu keypast.

Tað er ikki vanligur fiskasmakkur, eg vil siga at smakkurin liggur millum grís og kylling sigur Jógvan Sofus Vilhelmsen, sum rekur nethandilin.