Teir flestu útróðrarbátarnir vóru úti í nátt og hava landað í dag.
Bjørgvin hevur vanligu minni av línu við enn hinir størru útróðrarbátarnir. Í dag hevði hann 32 stampar og fekk 5000 pund. Bragd hevði 5500 pund á 70 stampum. Annars var fiskiskapurin einki serligur.
Bragd 5500 pund
Líðhamar 4500 pund
Brandur 4000 pund
Norðsøki 2000 pund
Bjørgvin 5000 pund




