Sum forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sjálvstýri, eri eg umboð í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, og var eg á báðum landsnevndarfundunum, ið Bjørn á Heygum sipar til í samrøðu við Kringvarpið í dag.
Bjørn á Heygum sigur sjálvur í innslagnum, at mann ikki má koma við skeivum og misvísandi útmeldingum, ið ikki eru í tráð við veruleikan. Eg eri púra samd við Bjørn í hesum, og tísskil skilji eg ikki hví hann velur at fara ímóti sínum egnu ráðum, og geva beinleiðis ósannar frágreiðingar um, hvat hendir innanhýsis í flokkinum.
Vit vóru fleiri á landsnevndarfundinum, ið ráddu tinglimunum til ikki at fara upp í samgonguna, og tað bleiv væl grundað á hví og hvørjir vansar vit sóu við hesum. Bjørn á Heygum var ósamdur, men spurningurin er, hvussu skilagott tað er, at vit sum flokkur fara inn í eina samgongu, har ikki full semja er um tað innanhýsis?
Tað er mær ein gáta, at Bjørn á Heygum kemur við slíkum útmeldingum. Fiskivinnipolitikkur okkara var viðgjørdur á landsfundi 3. -5. februar 2017, har Bjørn á Heygum eisini var umboðaður.
Birgit Sivertsen
Forkvinna í Ungt Sjálvstýri


