Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø hækkar føroysku sildakvotuna

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í dag gjørt av at hækka føroysku kvotuna at fiska norðhavssild úr umleið 48.000 tonsum upp í 68.000 tons, verður sagt í tíðindaskrivið frá fiskimálastýrinum


Í 1996 gjørdu strandarlondini ES, Føroyar, Ísland, Noreg og Russland avtalu um býtið av norðhavssild. Eftir hesi avtaluni fingu Føroyar tillutað 5,46% av samlaðu sildakvotuni. Avtalan varð endurnýggjað á hvørjum ári til og við 2002. Bæði í 2003 og í 2004 hildu strandarlondini seg til býtið í avtaluni frá 1996.
 
ICES hevur mælt til, at samlaða sildakvotan (TAC) fyri 2005 verður 890.000 tons. Í februar mánaði boðaði norska fiskimálaráðið frá, at Noreg hevði tillutað sær 578.500 tons av samlaðu kvotuni fyri 2005. Hetta svarar til 65% av samlaðu kvotuni, hóast Noreg eftir avtaluni frá 1996 fekk tillutað 57%, tvs. at Noreg hevur hækkað sín part av sildakvotuni við 14%.
 
Seinni hevur eisini Ísland boðað frá, at teirra sildakvota hækkaði samsvarandi norsku hækkingini.
 
Føroyska kvotuhækkingin fylgir norsku og íslendsku hækkingunum, tó soleiðis at lagt verður upp fyri, at føroyingar í upprunaligu strandarlandaavtaluni hava rindað fyri atgongd at fiska sild í norskum sjógvi.
 
Føroyska kvotan á 68.000 tons verður býtt soleiðis, at 59.541 tons verða býtt millum nótaskipini, meðan 5000 tons verða tillutað ídnaðarskipunum sum felagskvota. Restin av hækkingini ella 3.459 tons verða eftirhildin til seinni útlutan. Landsstýrismaðurin leggur dent á, at broytingar kunnu verða gjørdar í hesum býtinum, um tað stendur á at fiska alla kvotuna. Somuleiðis staðfestir landsstýrismaðurin, at kvotuásetingin og býtið millum skipabólkarnar ikki skapar fordømi frameftir.
 
“Støðan í 2005 er serstøk, tí eingin avtala er millum strandarlondini. Í 2006 eydnast vónandi at fáa eina avtalu um sildafiskiskapin, og tí eigur henda avgerðin um kvotu og býti millum bólkarnar ikki at skapa fordømi” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
Landsstýrismaðurin hevur samstundis gjørt av at tilluta ídnaðar- og nótaskipum 1200 tons av sild í Norðsjónum. Hetta er sild, sum Føroyar hava fingið í fiskiveiðiavtaluni við ES og Noreg.