Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjørn Kalsø spyr landstýrismannin um menningarkvotur

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Nær fekk landsstýrismaðurin tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini?
Nær kann roknast við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar?
Hetta spyr Bjørn Kalsø landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um menningarkvotur, settur landsstýrismanninum ífiskivinnumálum Høgna Hoydal, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Nær fekk landsstýrismaðurin tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini?
Nær kann roknast við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar?
Hvørji eru tilmælini frá nevndini býtt á feløg, fiskasløg, nøgd og økir?
Fer landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum neyvt?
Um nei, hvørjar verða so broytingarnar býtt á feløg, fiskasløg nøgd og økir?
Hvørjar eru grundgevingarnar fyri møguligu broytingunum í mun til tilmælið?
Eru nýggir aktørar í fiskivinnuni millum teirra, ið fara at fáa?

 

Viðmerkingar:

Í nýggju lógini um sjófeingi, er heimild givin landsstýrismanninum at luta út 8,5 % av fiskinum, ið kann fiskast av føroyingum, í menningarkvotum.

Undir viðgerðini av lógini í Løgtinginum greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann í eini handavend, eftir tilmæli frá serfrøðingabólki, fór at tilluta menningarkvoturnar.

Men nú væl er liðið á árið, og tilmælið er latið frá serfrøðingabólki fyri tíð síðan, eru ongar menningarkvotur lætnar.

Mong hava tosað um politiska útlutan í sambandi við, at menningarkvoturnar skulu latast. Onnur um týdningin av, at aktørarnir í góðari tíð fáa kvoturnar, so fiskiskapur og framleiðsla kunnu leggjast til rættis og virðini gagnnýtast.

Á Løgtingi, 7. august 2018

Bjørn Kalsø